Troels Trier er deyður

Kendi danski sangarin, gyklarin, myndlistamaðurin og fjøllistamaðurin gjørdist 86 ár.

 

Sonurin, Tobias Trier, váttar tíðindini fyri donskum miðlum. Tað sama ger dótturin, Rosa, á facebook.

 

Troels Trier andaðist fyrrapartin kl. 11:49 í heimi sínum.

 

Trier hevði í 2022 hjartasteðg orsakað av blóðtøppi í heilanum. Hann yvirlivdi, men segði seg tá vera deyðan eina stund.

 

Í 2024 misti Troels Trier 3. konu sína, Rebeccu Bruel. Tey giftust í 1986 og vóru saman par, eisini tónleikaliga. Tey útgóvu 9 útgávur, har mong kanska minnast lagið ”Bøf med løg”.

 

Trier var við í Røde Mor, ið gav tónleikaútgávur og sangbøkur út, og ferðaðist í Skandinava við stórum rockframførslum.

 

Troels Trier var virkin tónleikaliga við framførslum til fyri stuttum.

 

Fyrr í dag frættist um annan kendan dana, ið er farin foldum frá í dag, nevniliga Johnny Reimar.