Trolaðu í stongdum kassa

Johannes Jensen, skipari umborð á Havborg sigur, at tað er av misgáum, at teir hava fiskað á stongdari leið.

Føroyski rækjutrolarin Havborg varð í nátt tikin inn til Spitsbergen av norsku sjóverjuni, skuldsettur fyri at hava fiskað á stongdari leið.

 

Johannes Joensen, skipari á Havborg, sigur, at tað passar, at rækjutrolarin hevur verið í stongdum kassa og fiska, men at tað var av misgáum.

- Vit vistu, at ein kassi í Hinlopenstrætinum var stongdur, orsaka av at ov nógv kongafiskayngul var blandað upp í veiðuna. Vit høvdu tó sett tað skeivt inn í skipanina hjá okkum. Vit hildu, at stongda leiðin var frá 80 gradir og norðureftir, men rætta markið var 78 gradir og 58 minuttir, sigur hann.

 

Talan er tí um eitt økið á tveir fjórðingar, sum Havborg hevur verið inni í og fiskað ólógliga.

- Vit hava verið inni í kassanum og gjørt okkurt hál, sigur hann.

 

Reiðaríið og skiparin samstarva við norsku sjóverjuna og játtað seg sekar í skuldsetingunum.

- Nú er tað upp til sýslumannin at taka avgerð um, hvør revsingin skal vera, sigur Johannes Joensen.