Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Teir umleið 20 trolbátarnir, sum hava minni enn 500 hk., hava havt sera góðan fiskiskap, síðan kassi I norður úr Mykinesi og sonevndi geirin norður úr Fugloynni vórðu lætnir uppaftur fyri trolveiði, 1. apríl. Hesi økir hava verið friðað í gýtingartíðini, og nú tey vórðu latin uppaftur, hava trolbátarnir havt rættiligan rokfiskiskap.
Theodor Poulsen, sum saman við øðrum eigur trolbátin, Búgvan, sigur, at teir, sum hava fingið mest, hava fingið uppí bátarnar eftir 4-5 hálum. Vanliga verður tógað einar 5 tímar, men seinastu dagarnar hava tógini verið stutt, einar 2-3 tímar.
? So, onkur bátur hevur fingið uppí eftir at hava roynt í stívliga eitt samdøgur, sigur hann.
Theodor er lítillátin og heldur fyri, at tað hevur gingið hampiligt hesar fyrstu dagarnar eftir, at gýtingarøkini eru latin uppaftur, men tað rætta at siga um gongdina hesar dagarnar er, at trolbátarnir hava havt rættiligan rokfiskiskap.
Sum skilst, er meginparturin av veiðini, sum trolbátarnir hava fingið, stórur og góður toskur.
Á veg til Scrabster
Tá ið Sosialurin tosaði við Theodor týskvøldið, var Búgvin á veg niður til Scrabster at selja. Skipið var fult undir lúkurnar, eini 40.000 pund av toski.
Aðrir trolbátar hava eisini selt í Scrabster. Siglingin tekur einar 28-30 tímar hvønn vegin, og nettoprísurin hevur verið væl betur enn í Føroyum.
Búgvin seldi í Scrabster herfyri, og tá fingu teir ein nettoprís, sum lá um góðar 14 krónur í miðal fyri kilo.
? Seldu vit lastina í Føroyum, fingu vit einar 11 krónur í miðal fyri kilo, sum prísurin var tá. So, hendan sølan loysti seg, sigur Theodor.
Tað eru tó ikki allir trolbátarnir, sum hava selt veiðina í Skotlandi. Sum skilst, hava teir flestu selt á marknaðinum í Føroyum.
Landa bæði dag
og nátt
Onkur hevur fýlst á, at Fiskamarknaður Føroya ikki landar skip og bátar allar dagar í vikuni og allar tíðir á døgninum, tí tað hevði passað betur hjá teimum, sum koma inn í vikuskiftinum og ætla sær útaftur sum skjótast.
? Í Skotlandi er líkamikið, hvør dagurin er, og tað er eisini líka mikið, um tað er dagur ella nátt. Teir standa klárir, tá ið skipini koma.
Theodor vísir á, at skotar gera alt fyri at fáa hendur á fiskinum.
? Men líkt er ikki til, at hetta er neyðugt í Føroyum, tí her er so nógvur fiskur á marknaðinum kortini. Virkini fáa tann fisk, tey vilja hava. Teimum nýtist ikki at gera nakran serligan innsats í so máta. Í vár er tað enntá hent, at virkir hava sagt fisk frá sær, sigur Theodor Poulsen at enda.