Seinnapartin í gjár kom vaktarskipið Tjaldrið fram á trolbátin Sigrun, sum royndi á eini stongdari leið norðanfyri. Menn frá Tjaldrinum fóru umborð á Sigrun, sum fekk boð um at sigla til Havnar. Tjaldrið og Sigrun komu á Havnina kl. 23:30 í gjárkvøldið.
Sigrun hevur roynt í tríggjar dagar, teir byrjaðu túr leygardagin og skuldu eftir ætlan landa hósdagin 6. august, meginparturin av veiðuni er hýsa og toskur.