Trolfiskiskapurin roynist ikki

Partrolararnir hava vánaligan fiskiskap, og teir smáu trolbátarnir hava smáligan fiskiskap.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap. Tey fiska upsa og fáa nakað av hjáveiði.

 

- Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men fiskiskapurin er vánaligur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska kongafisk og landa væntandi síðst í næstu viku.

 

Í løtuni eru fýra av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Tríggir fiska havtasku, og ein fiskar tosk og hýsu.

 

- Trolbátarnir hava eisini smáligan fiskiskap. Ein landar mánadagin, og hinir landa antin miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva og landar væntandi fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku. Teir hava brúkiligan fiskiskap og landa miðskeiðis í næstu viku.