Fimm partrolarapør fiska í løtuni upsa, og skipini fáa eisini nakað av hjáveiði. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði.
- Ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og koma møguliga inn at landa síðst í næstu viku.
Í dag er bara ein av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir eru á landleiðini og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.
- Trolbáturin hevur mest av toski, tungu, havtasku og reyðsprøku. Væntandi loysa fleiri trolbátar um vikuskiftið.
Tvey garnaskip eru til fiskiskap eftir ávikavist svartkalva og havtasku.
- Skipið, sum fiskar havtasku, landar helst síðst í næstu viku og skipið, sum fiskar havtasku, kemur helst inn at landa miðskeiðis í vikun, verður lagt aftrat.