Blaðið skrivar, at stóra ætlanin hjá Viaplay í Føroyum við Ulrich Thomsen sum morðgreiðandi journalisturin er ein øðisligur krimi við einum veðurlags tilvitaðum baktjaldi við stórslignu náttúruni.
Um føroysku sjónleikararnar Mariann Hansen sum undirsáttin hjá Karlu, sum er við barn, og sum gongur sínar egnu leiðir, skrivar blaðið eisini rósandi. Tað sama er um Sissal Drews Hjaltalin, sum spælir Jenny, sum hjálpir Hannisi í jagstranini eftir sannleikanum um deyða Sonju.
– Tær báðar føroysku sjónleikararnir vórðu tilnevndar til Ekko Shortlist Awards 2020 fyri filmin Ikki illa meint hjá Andriasi Høgenni, og tær eru eisini sannførandi, skrivar blaðið.
– Málið er danskt og føroyskt. Hvør tosar sítt máli og skilir hitt málið. Tað aknn ljóðantrupult, men tað virkar væl í veruleikanum.
##med2##
– Viðurskiftini eru rímuliga góð millum Føroyar og Danmar, sum verður kalla Flatlandið, skrivar blaðið.
Lesið ummæli her: www.ekkofilm.dk/anmeldelser/trom/
##med3##