Tromsø í finaluni

Føroysku útisetarnir í Noreg vunnu leygardagin dyst í hálvfinaluni í norsku steypakappingini.
Í hálvfinaluni spældi Tromsø á heimavølli móti Kristianssund, sum í fjør vann steypakappingina. Tað gera teir tó ikki í ár, tí einum góðum og spennandi dysti eydnaðist Tromsø at vinna dystin 3-1. Settúrslitini vóru 22-25, 25-22, 25-22, 25-22.
Á heimasíðuni hjá Tromsø verður serstakliga venjarin hjá felagnum, sum jú eisini er føroyskur landsliðsvenjari, róstur fyri góðu fyrireikingina.
Somuleiðis er Rúni Weihe millum spælararnir, sum fáa rósur frá heimasíðuni.
Í finaluni skal Tromsø spæla ímóti Nyborg úr Bergen. Finaludysturin verður spældur 7. januar, og veðrur hesin vístur beinleiðis á NRK1.