Leygardagin verður norska steypafinalan í mansflogbólti spæld. Annað av finaluliðunum er Tromsø, har Rúni Weihe og Bárður B. Mikkelsen hava sína dagligu gongd.
Rúni verður tó ikki partur av finaludystinum móti Nyborg, nú hann hevur givið sær sjálvum barnsburðarfarloyvi, men fyri tað er lítil ivi um, at nógvir føroyingar hava áhuga í dystinum.
Og sært tú NRK1, so ber eisini til at síggja, hvussu leikur fer. Dysturin sjálvur byrjar klokkan 15.00 føroyska tíð. NRK sendir kl. 14.30 ein samandrátt av kvinnufinaluni, og klokkan 14.40 verður so farið undir sendingina kring mansfinaluna.