Dansibandið Trond Erics, sum skuldi spæla á uttandurapallinum, fer inn í salin ístaðin Hóast veðrið er batnað, meta fyrireikararnir ikki, at pallurin uttanfyri kann nýtast enn. Tí er framførslan hjá dansibandinum Trond Erics flutt inn í salin hjá Kelduni.
Salurin er ríkiliga stórur til mongdina av festivalgestum, og er hann samstundis eisini sera væl egnaður til tónleikaframførslur. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at stólarnir eru tiknir vekk, soleiðis at meiri fólk sleppur inn í salin.
Fyrireikararnir vóna, at veðrið batnar so mikið, at svenski bólkurin Charizma, sum eru síðst á skránni í kvøld, kunnu nýta uttandurapallin.