Tróndur dagsins leikari í steypatapi

Hondbóltsútisetarnir Tróndur Mikkelsen, Jónas Gunnarson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal vóru nær við at koppa stórfavorittunum Nærbø í steypadysti mikudagin. Eftir seinasta blíks var støðan 28-30 til grannarnar úr Nærbø.

Viking Stavanger vóru væl við allan dystin serliga orsakað av einum væl leikandi Tróndi Mikkelsen. Ferð eftir ferð skeyt hann bóltarnar í málið, og eftir dystin var hann kosin dagsins leikari av serfrøðingunum.

 

Favorittar í næstbestu deild

 

Stavangerliðið sum seinastu trý árini hevur havt føroyingar á liðnum rykti niður í 1. Deild seinasta kappingarár. Ymsar hondbóltsheimasíður hava tippað liðið at spæla við í toppinum um at rykkja upp aftur hettar kappingarárið.

 

Dysturin í dag var steypadystur ímóti liði úr bestu deildini í Norra. Nærbø endaðu á einum fjórðaplássi í fjør.

 

Ein føroyingur út og ein inn

 

Kjartan Johansen, sum seinastu trý árini hevur verið ein umráðandi leikari hjá teimum myrkabláu úr Stavanger hevur nú skift felag. Men maður kemur í mans stað, og eftir at hava mist toppskjúttan er tað nú ein annar føroyingur sum ætlar sær at skjóta mál ístaðin.

 

Tróndur Mikkelsen skifti í summar SUS Nyborg í Danmark út við Viking Stavanger. Hann sær út til at vera komin væl inn í liðið, tí í dag skoraði hann ikki færri enn 10 mál.

 

Hinir báðir føroyingarnir, Jónas Gunnarson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal skoraðu ávikavist fimm og eitt mál í dystinum mikukvøldið.