Tað var trongligt í havnini í norðurnorska býnum Honningsvåg fyrradagin. Ikki færri enn seks ferðamannaskip vóru komin hagar við ferðafólki, men bara eitt teirra slapp at bryggju. Hini noyddust at liggja uttanfyri, og ferðafólkini máttu flytast aftur og fram smáum bátum.
Meiri enn 10.000 ferðafólk vóru við teimum seks skipunum. Nógv tey flestu nýttu høvi til at fara í land at hyggja seg um, og tað stóra ferðamálið var Nordkapp.
Áhugin fyri at vitja Nordkapp er so stórur, at Honningsvåg er vorðin ein av teimum mest brúktu ferðaskipahavnunum í Noregi. Hetta summarið vitja ikki færri enn 112 skip býin.