Fríggjadagin vóru einir 60-70 nólsoyingar í Tinganesi og mótmæltu hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni í samferðslumálum, at tað gongur út yvir farleiðinga um Nólsoyarfjørð, at Teistin er í ólagi, og at Ternan er sett at røkja siglingina um Skopunarfjørð.
Tað er Ternan, sum annars røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð, men nú hon er tikin av hesi farleið, hava eitt nú Jósup og Silja Star røkt siglingina um Nólsoyarfjørð, og síðan ger Sam gjørt onkrar farmatúrar um Nólsoyarfjørð. Men, hetta er als ikki nøktandi, siga nólsoyingar.
Ivaleyst eri sandoyingar og onnur fegin um, at Ternan nú røkir farleiðina fyri Teistan um Skopunarfjørð, men hetta hevur eisini havt sínar fløskuhálsar við sær. Nógvur bilaflutningur er um Skopunarfjørð, serliga í vikuskiftinum, og Ternan tekur einar 10 færri bilar enn Teistin.
Biðitíðin bæði á Gomlurætt og í Skopun hevur verið long, tá flutningurin hevur verið mestur, tí í vikuskiftinum er Ternan á tremur við bilum at kalla hvønn túr, og vanligt er, at fleiri bilar standa eftir, sum ikki sleppa við.
Seinasta fríggjadag og leygardag stóðu bilar eftir á fleiri túrum av Gomlurætt - heilt frá seinnapartinum til út á kvøldið, og leygardagin stóðu bilar eisini eftir á bryggjuni í Skopun, sum ikki sluppu úr Skopun til ætlaða tíð.
Á rutuni klokkan 17.15 fríggjadagin av Gomlurætt stóðu einir 10-12 bilar eftir og fólk, sum ætlaðu sær um Skopunarfjørð klokkan 19.15 og komu á Gomlurætt longu klokkan 18 fríggjakvøldið, stóðu sum nummar 19 í bilrøðini og sluppu akkurát við, samstundis sum fleiri bilar stóðu eftir.