12. umfar í landskappingini í fótbólti verður í kvøld. Millum dystirnar er grannauppgerðin í Gundadali. Bæði Jákup á Borg, venjari hjá B36, og Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, ætla sær at vinna grannauppgerðina hesaferð.
- Fyri ikki at detta niður í millum mugu vit vinna. Vit hvíla ikki í at vit eru komnir í steypafinlauna. Vit hungra eftir meir og vit hava mót upp á meir, sigur Jákup á Borg.
- Hesir dystirnir eru altíð javnir. Vit kundu hugsað okkum at koppa teimum hesaferð. Vit eru troyttir av øllum javnleikunum. Vit hava verið í einari góðari gongd í seinastuni og klárað okkum væl. Vit skaptu ikki nógvar møguleikar at byrja við, men nú hava vit tvær ferðir skotið fýra mál. Vit skaptu eisini fleiri møguleikar móti B36, sigur Sigfríður S. Clementsen.
B36 villur móti Víkingi
Seinast B36 var á vøllinum tapti liðið 5-3 í Gundadali fyri Víkingi. Tað hevur venjarin hjá HB eisini lagt til merkis.
-B36 ger nógvar persónligar villur í tí dystinum. Tað gera teir vanliga ikki, men tað er klárt at vit skulu trýsta teir til at gera villur, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Jákup á Borg er eisini klárur yvir, at hansara menn gjørdu fleiri mistøk, men hann ynskir ikki at broyta hugburðin til framrættaðan fótbolt.
Tá tú spælir álopsfótbólt, so kann verjan koma í trupulleikar, men vit fara ikki at broyta nakað. Málið er at minka um persónligu villurnar. Eisini skulu vit verða meiri grammir í verjustøðu, sigur Jákup á Borg.
Vil ikki leggja trýst á ungu menninar
Hann vil ikki leggja størri trýst á onkrar av ungu monnunum, sum í løtuni eru berandi kreftir á liðnum. Á stigatalvuni er B36 undir stóru trýsti, men tað verður ikki dysturin í kvøld, sum verður avgerandi.
- Vit hava framvegis fleiri spælarar, sum ikki eru við aftur. Eg vóni at vit vinna, men eg kann ikki leggja eitt ov stórt trýst á ungu spælararnar, sum bera liðið í løtuni, sigur Jákup á Borg.
B36 verður uttan miðverjan Andrias Eriksen, sum ikki hevur vant í vikuni. Hann hevur trupulleikar við lærinum. Eli F. Nielsen hevur framvegis leikbann, eins og liðskiparin hjá HB, Jóhan Troest Davidsen.
Teitur M. Gestsson, málverji hjá HB, hevur ikki vant síðani landsliðið var samlað. Hann hevur verið sjúkur og vandi ikki í gjár, men Sigfríður S. Clementsen væntar at hann spælir í kvøld. Um ikki, so hevur HB ein trupulleika, tí eykamálverjin, Mattias Lamhauge hevur fingið heilar fýra dystir leikbann, eftir útvísing í 3-0 tapinum móti AB á Argjum.
Tað verður Fróði Clementsen, sum kemur at standa á odda fyri B36 í kvøld.
12. umfar:
B36-HB (18.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ-KÍ (18.00) Beinleiðis á Rás2
07 Vestur-ÍF (18.00)
Skála-TB/FCS/Royn (18.00)
EB/Streymur-Víkingur (19.00)