Trúgvi verður verandi hálvur

Talan hevur verið um at gera borgarstjóran í Hvalba til fulltíðarstarv, men borgarstjórin tók sjálvur málið aftur

Starvið sum borgarstjóri í Hvalba, verður verandi hálvtíðarstarv.

 

Annars hevur talan verið um at gera borgarstjórastarvið í Hvalba til fulltíðarstarv.

 

Men Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri sigur, at tað var ikki full semja um hetta í bygdaráðnum og tískil tók hann sjálvur málið aftur.

 

- Eg vildi ikki gera borgarstjórastarvið í Hvalba til fulltíðarstarv uttan so, at full semja var um tað í bygdaráðnum. Tað var tað ikki og tískil tók eg sjálvur málið aftur, sigur hann.

 

Hinvegin heldur hann avgjørt, at ein kommuna sum Hvalba eigur at hava ein borgarstjóra í fullum starvi.

 

- Tað havi eg hildið leingi og tað standi eg framvegis fast við, sigur hann.

 

Hann sigur, at nú skal eldraøkið leggjast undir kommunurnar at verða umsitið.

 

Samstundis kann hugsast, at eisini onnur mál verða løgd undir kommunurnar, og tað fer at krevja rættiliga stóra arbeiðsbyrðu av borgarstjóranum, sigur hann.

 

Myndina av Hvalba tók Erik Christensen.