Trump hevur havt »konstruktivt« prát við Mette Frederiksen

Amerikanski forsetin Donald Trump hevúr í dag havt eitt »konstruktivt« prát við donsku forsætisráðfrúuna Mette Frederiksen.

Danmark og USA hava góð viðurskifti sínamillum, sjálvt um amerikanski forsetin Donald Trump í hesi vikuni avlýsti vitjan sína í Danmark.

Tað legði Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, dent á fleiri ferðir, tá hon etir eina vitjan í Grønlandi mikudagi hitti fjølmiðlar fyri fyrstu ferð eftir avlýsingina av ríkisvitjanini.

Hósdagin vóru tøttu viðurskiftini landanna millum váttað, tá Donald Trump og danska forsætisráðfrúan tosaðu í telefon saman.

Forsætismálaráðið upplýsir, at tað var ein konstruktiv samrøðu, har leiðararnir millum annað tosað um tørvin á at menna samstarvi enn meira og um handfaringina av felags trygdarpolitiskum avbjóðingum.

Danmark hevur í mong ár verið eitt av teimum mest virknu londunum til at senda herfólk undir amerikanskari leiðslu ymsa staðni í heiminum, iett nú Irak og Afghanistan. Millum annað tí var avlýsingin hjá Donald Trump tikin so illa upp fá báðum vongum í fólkatingssalinum.

Mette Frederiksen segði, at hon var »ørg og tikin á bóli« av, at vitjanin varð úsett í óásetta tíð.

– Eg hevði eins og nógv onnur glett meg til vitjanina, og vit hava gjørt nógvar fyrireikingar, og eg hevði fyrst og fremst glett meg til at leggja dent á sterku sínamillum samstarvið millum Danmark og USA, segði hon mikudagin.

Avlýsingin frá Trump kom donsku sendistovuni í Washington í hendi mikunáttina okkara tíð. Harvið varð avlýst við óvanliga stuttari freist, segði Mette Frederiksen. Vitjanin var løgd til rættis 2. og 3. september eftir at Trump hevði verið í Póllandi.

Donald Trump valdi at avlýsa vitjanina við ávísing til, at Mette Frederisen ikki vildi tosa um at selja USA Grønland. Eitt uppskot, sum varð blankt avvíst bæði av grønlendskum og donskum politikarum.

Mette Frederiksen brúkti tó tíðindafundin mikudagin til at leggja dent á, at USA framvegis er ein trúgvur sameindur hjá Danmark.

– Vit hava gott samskifti við amerikanarar. Tað skulu tit bara vita. Eg vóni, at vit framhaldandi kunnu menna samstarvið og handfara tær avbjóðingar, sum vit hava. Tað broytist ikki av, at hendan vitjanin ikki bleiv til nakað, segði forsætisráðfrúan mikudagin.

 

/ritzau/