- Donald Trump hevur ikki uppiborið tað nógvu vánaligu umtaluna, sum hann fær í amerikanskum miðlum, sigur amerikanska sendikvinnan til USA, Carla Sands.
Tað er eingin loyna, at miðlaumrøðan av amerikanska forsetanum í Evropa í høvuðsheitum er neilig, og tí spyrja vit, hvussu miðlaumrøðan er í USA.
- 90 prosent av allari miðlaumrøðuni er neilig. Fox News er kanska mest jalig móti forsetanum, men sjálvt har er umrøðan 50/50, sigur Carla Sands.
- Men tað er einki óvanligt í, at republikanskir forsetar fáa neiliga umrøðu. Eg meini, at undir forsetavalinum var tað einans Hillary Clinton, sum fekk fíggjarligan stuðul frá nøkrum miðlahúsum, sigur hon.
Hon heldur sjálvt, at neiliga umrøðan er óuppiborin.
- Forsetin ger ikki annað enn tað, sum hann lovaði í valtstríðnum. Tað gera politikkarar ikki vanliga, men so er hann heldur ikki ein politikkari, men ein vinnulívsmaður, sigur hon.
Hon heldur, at Donald Trump eigur at dømast út frá, hvat hann avrikar.
- Hann ger stór ting fyri USA. Hann elskar tjóðina, sigur hon, og reksar upp nøkur av avrikunum hjá forsetanum:
- Arbeiðsloysi millum svørt er lægri enn nakrantíð fyrr (5,9 prosent 1. juni).
- Arbeiðsloysi millum latínamerikanarar er lægri enn nakrantíð fyrr (4,6 prosent 1. juli).
- Arbeiðsloysi millum asiatar er lægri enn nakrantíð fyrr (2,1 prosent 1. juni).
- Arbeiðsloysi millu ung er lægri enn í nógv ættarlið (9,2 prosent 1. juli).
- Hann hevur skapt eitt umhvørvi, har tað er lættari hjá fyritøkum at gera nýggj størv og tí lættari hjá fólki at fáa starv. Ongantíð áður hava kvinnur og tilflytarar stovna so nógvar nýggjar fyritøkur sum nú heldur, sigur Carla Sands.
Hon sigur, at lykilin hjá forsetanum hevur verið at strika kunngerðir, sum forðaðu fólki at seta fyritøkur á stovn.
- Nógvu kunngerðirnar kostaðu nógv størv, serliga í teimum smærru plássunum. Kunngerðirnar kravdu, at smá virki skuldu undirleggjast somu reglar sum stórar fyritøkur, men endin var, at smáu virkini máttu steingja.
Hon er úr Los Angeles, men vaks upp í stálstatinum Pennsylvania. Júst Pennsylvania var ein av statunum, sum á forsetavalinum heldur óvæntað valdi Donald Trump til forseta. Høga arbeiðsloysi millum stálarbeiðsmenninar verður mett at vera ein av orsøkunum til, at staturin valdi Donald Trump hesa ferð.
- Eg sá sjálv, hvussu stálídnaðurin flýddi úr USA til Kina. Býir fullu í fátt, børnini gjørdust stúrin, foreldrini arbeiðsleys. Gamaní fingu amerikanarar bíligari vørur, men prísurin var, at onkur í familjuni hjá tær misti arbeiði. Hesi gongdini hevur Donald Trump vent, sigur Carla Sands.
Les eina longri samrøðu við Carlu Banks í Sosialinum, sum kemur út í dag.