Trump: Maduro er funnin og flogin av landinum

USA hevur lopið á Venezuela, og sosialistiski forsetin í landinum er tikin til fanga, boðar amerikanski forsetin frá.

Nicolas Maduro, forseti í Venesuela, er tikin og flogin av landinum saman við konu síni.

 

Hetta skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðli sínum Truth Social.

 

Hann váttaði eisini, at USA hevði framt eitt stórt álop á Venesuela í nátt.

 

Tíðindafundur um støðuna verður kl. 16 okkara tíð - á bústaðnum hjá Trump í Florida, Mar-a-Lago.

 

/Ritzau/