Trump: Meiri til herin, minni til heilsu og umhvørvi

Umhvørvismálaráðið, Heilsumálaráðið og uttanríkismálaráðið fáa minni fígging, meðan játtanin til Pentagon verður økt mundandi.

 

Umhvørvismálaráðið, Heilsumálaráðið og uttanríkismálaráðið fáa minni fígging, meðan játtanin til Pentagon verður økt mundandi.

 

Hósdagin legði Donald Trump fyrstu ferð sínar fíggjarkarmar fram fyri amerikonsku kongressina. Fíggjarkarmarnir vísir týðiliga, at ein nýggjur forseti er settur, sum ynskir eina nýggja kós fyri landið. Játtanin til herin er økt munandi, samstundis sum játtanin til menningarhjálp og umhvørvi er nógv skerd.

 

Játtanin til herin verður økt við 372 milliardum krónum (54 milliardum dollarum). Peningurin verður í stóran mun tikin frá umhvørvismálaráðnum (EPA), uttanríkismálaráðnum og heilsumálaráðnum. Játtanin til EPA verður skerd við 31 prosentum, til uttanríkisráðið við 28 prosentum og til heilsumálaráðið við 17,9 prosentum.

 

Sambært New York Times er tað lítið sannlíkt, at fíggjarætlanin fer at verða meinlík hesum kørmunum. Fleiri av uppskotunum kemur ikki upp á tal hjá demokratunum at góðtaka, meðan fleiri av republikanarunum eisini ikki vera mjúkir at strúka.

 

Skerjingin í játtanini hjá EPA verður upp á 18 milliardir krónur. Mett verður, at 3.200 fólk mugu sigast upp, okkurt um ein fimtipartur av øllum starvsfólkinum. Játtanin til EPA hevur ikki verið lægri seinastu 40 árini. Hetta merkir eisini stórar skerjingar í gransking í umhvørvisbroytingum.

 

Aðrir viðmerkjarar óttast, at broytingarnar í játtanini til uttanríkisráðið vísir, at nýggja stjórnin fer at leggja størri dent á hernaðarmegi enn diplomatiskar loysnir. Játtanin til uttanríkismálaráðið verður skerd niður á støðið, sum hon var á undan kríggjunum í Afganistan og Irak.

 

Játtanin til fleiri altjóða stovnar verður eisini skerd, um Trump fær sín vilja. Játtanin til umhvørvisstovnarnar og friðarveitandi arbeiðið hjá ST verður skert. Játtanin til Heimsbankan verður skerd við 4,5 milliardum krónum, og menningarhjálpin verður umskipað, so at hon framyvir fyri tað mesta fer til londini, sum hava størst strategiskan áhuga hjá USA.

 

Umframt øktu játtanina til herin, verður játtanin til Homeland Security eisini økt við 7 prosentum. Múrurin til Meksiko fær 19,3 milliardir krónur og 500 nýggjar markavaktir verða settir. Harumframt hevur stjórnin biðið um eina eykajáttan á 10 milliardir krónur til múrin í ár.

 

Tilsamans eru fíggjarkarmarnir á 7.590 milliardir krónur. Ein neyvari fíggjarætlan verður løgd fram seinni í vár. Endaliga fíggjarætlanin má verða samtykt fram áðrenn oktobur.