Tað sigur Trump við The Wall Street Journal.
Orsøkin er, at ávirkanin av nøkrum av hansara búskaparpolitikki ikki sæst enn, sigur hann.
Blaðið spyr hann, um hann heldur, at republikanararnir fara at missa meirilutan í einum lóggávukamari í kongressini eftir miðvalið, sum verður í november.
– Eg dugi ikki at siga tað. Eg veit ikki, nær allir hesir pengarnir fara at løna seg, sigur hann og leggur upp til, at tað kann henda í øðrum ársfjórðingi 2026.
/Ritzau/











