Í sínum fyrra forsetaskeiði, og meðan Jens Stoltenberg var Nato-aðalskrivari, setti amerikanski forsetin, Donald Trump, norðmanninum ein heilt serstakan spurning.
Sambært nýggjari bók, sum Jens Stoltenberg hevur givið út, spurdi amerikanski forsetin Nato-aðalskrivaran, um hann kundi sparka Noreg úr Nato.
Orsøkin til, at Donald Trump setti henda spurning, var, at hann helt, at Noreg brúkar og lítið av peningi til verju.
Um hetta mundið brúkti Noreg 1,6 prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku til verju, og hetta var minni enn málið hjá Nato, sum tá var tvey prosent.
Í bók síni lýsir Jens Stoltenberg dramatiskar hendingar á Nato-toppfundi í juli í 2018, har hann stúrdi fyri, at verjusamgongan fór at skrædna.
"Hetta kann gerast fundurin, har Nato fer í upploysn, og hetta hendir á mínari vakt.... " hugsaði eg, skrivar Jens Stoltenberg í nýggju bókini.
Tað er norska kringvarpið - NRK - sum endurgevur.