Trump: Statirnir ráða sjálvir í abortmálinum

Republikanska forsetavalevnið Donald Trump heldur, at amerikonsku statirnir hvør sær skulu gera av, hvussu abortlógirnar í USA skulu vera.

 

Tað skal vera upp til hvønn stat sær at gera, hvussu tey handfara abortspurnigin, heldur Donald Trump. - Foto: Donald J. Trump For President 20/Reuters

Í einum filmsborti á Truth Social sigur hann, at »statirnir kunnu sjálvir gera av við fólkaatkvøðu ella atkvøðu í tinginum ella kanska við báðum«.

– Og tað sum tey so gera av, skal so vera landsins lóg – ella í hesum førum lógin í hvørjum stati sær, sigur Trump.

– Nógvir statir vilja vera ymiskir. Nógvir vilja hava ymiskt tal av vikum. Nakrir meira konservativir. Soleiðis vil tað vera, sigur hann sambært Ritzau.

 

Tað skal vera upp til hvønn stat sær at gera, hvussu tey handfara abortspurnigin, heldur Donald Trump. - Foto: Donald J. Trump For President 20/Reuters