Trump vitnar í máli um pengar til pornosjónleikara

Mál ímóti Donald Trump um útjgald av pengum til Stormy Daniels byrjar mánadagin. Trump sigur, at hann fer at vitna

 

Umframt málið um Stormy Daniels hevur Trump trý rættarmál afturat fyri framman. Stormy-málið verður mett sum tað, ið hevur minstan týdning fyri fyrrverandi forsetan. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix

Fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, fer at vitna í rættarmáli í New York, har hann er ákærdur fyri roknskaparfusk í sambandi við útgjalding av hyssj-pengum til pornosjónleikaran Stormy Daniels. 

Tað segði Trump í gjár úr heimi sínum í Florida.

– Eg vitni. Eg sigi sannleikan. Eg haldi, at alt, sum eg kann gera er at siga sannleikan, og sannleikin er, at tað er einki mál, sigur fyrrverandi forsetin. 

Sambært tíðindastovuni AFP er tað óvanligt og ofta váðamikið at ein ákørdur persónur vitnar í rættinum.

Málið ímóti Donald Trump byrjar mánadagin á Manhattan í New York. Tað er fyrstu ferð, at ein fyrrverandi forseti verður rættarfylgdur í einum revsimáli.

Málið er tað fyrsta av fleiri revsimálum ímóti fyrrverandi forsetanum.

Tær brotsgerðir, sum Donald Trump er ákærdur fyri, skulu vera farnar fram í 2016.

Her skuldi Trump samært ákærunum hava goldið 130.000 dollarar til Stephanie A. Grogory Clifford, kend undir listafólkanavninum Stormy Daniels, fyri at hon ikki segði nakað um kynsligt samband, sum skuldi havt verið millum hana og Donald Trump.

Tað er ikki ólógligt at gjalda einum persóni pengar fyri, at viðkomandi tigur.

Tilsamans 34 ákørur í málinum snúgva seg um, at Trump millum annað hevur útreiðsluført pengarnar sum advokatútreiðslur.

Fyrrverandi advokatur hansara, Michael Cohen, hevur sagt, at hann rindaði pengarnar til Stormy Daniels og síðani fekk teir endurrindaðar frá Trump.

Donald Trump hevur víst øllum ákærm aftur. Hann heldur harumframt, at hann ikki fer at fáa eina rættvísa rættargongd í New York.

Saman við núverandi advokatum sínum hevur fyrrverandi forsetin roynt at fingið málið útsett til, eftir at hægstirættur í USA hevur mett, um Trump sum fyrrverandi forseti, hevur immunitet í einum av hinum rættarmálunum, sum hann stendur fyri.

Hesum vísti ein dómar fyrst í apríl aftur.

Umframt málið um Stormy Daniels stendur Trump fyri trimum rættarmálum afturat. Málið, sum byrjar mánadagin, verður mett sum tað ið hevur minstan týdning fyri fyrrverandi forsetan.

/ritzau/AFP

 

Umframt málið um Stormy Daniels hevur Trump trý rættarmál afturat fyri framman. Stormy-málið verður mett sum tað, ið hevur minstan týdning fyri fyrrverandi forsetan. - Foto: Joe Raedle/Ritzau Scanpix