Trupulleikar og møguleikar við feskum fiski
Týskvøldið, 9. mars, var áhugaverdur fundur á Tekniska skúla í Klaksvík. Høvuðsendamálið við fundinum var at leita eftir svarinum til nakrar viðkomandi spurningar, sum útróðrarmenn og fiskimenn annars seta sær, nú prísirnir á fleiri fiskasløgum eru so lágir.
* Hvussu betra vit møguleikarnar at fáa meira burtur úr tilfeinginum av feskum fiski?
* Hvørjir eru størstu trupulleikarnir hjá seljarum og keyparum av feskum fiski?
* Er trupulleikin vantandi trygd fyri vekt,
stødd ella góðsku.
* Eigur feski fiskurin ongan góðan, eftir at hann er landaður ? ella eru tað fleiri av hesum viðurskiftum, sum gera seg galdandi?
Áhugin fyri fundinum var stórur, tí nógvir mans við ymiskum tilknýti til fiskivinnuna høvdu leitað sær í Tekniska skúla hetta kvøldið.
Við pallborðið sótu Óli Jacobsen, nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, Auðgunn Konráðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna og Kári Hansen, reiðari og fiskaseljari.
Eftir kaffisteðgin, sat Páll Gregersen, stjóri á Fiskavirkinum í Gøtu, eisini við pallborðið.
Orðstýrari var Rani Nolsøe, menningarstjóri í Klaksvíkar kommunu.
Aftast í hølunum, har fundurin varð hildin, høvdu fyritøkurnar, Com-Data og Look North, sett upp eina framsýning, har Com-Data legði dent á VML-skipanina, og Look Nort eitt nú sýndi fram pakkitilfar til fiskivinnuna.