Tað tykist sum um, at trupulleikarnir við rúsevnum eru kring alt landið, men í Klaksvík halda tey ikki, at støðan er so ring í løtuni. Tað heldur Beinta Á. Gregersen, sum er leiðari í ungdómshúsinum Húsið í Klaksvík, har ung millum 13 og 18 ár ganga.
- Eg haldi faktisk, at tað er nokk so friðarligt í løtuni. Vit hoyra nógv ymiskt frá teimum ungu, sum ganga her hjá okkum, og tí plaga vit at hoyra, um tað eru nógv rúsevni úti millum ung her í økinum, og tað tykist ikki vera so beint nú, sigur hon.
Hon leggur tó afturat, at tað er ikki altíð, at tað er so friðarligt, sum tað er beint nú.
- Fyri ikki so langari tíð síðani var nokk so nógv ritalin úti millum tey ungu. Bæði í fjør og fyrraárið høvdu vit nøkur her norðuri, sum vóru í trupulleikum, men eg haldi, at støðan er væl betur nú, sigur Beinta Á. Gregersen.