Trupult at fáa í lag semju um sáttmála

Á aðalfundi í Heilsuhjálparafelag Føroya, minti Ása Olsen, formaður, limir felagsins á, at felagið nú stendur mitt í samráðingum um nýggjan sáttmála, og næsti samráðingarfundur verður, 30. apríl

Aðalfundur

Á aðalfundi hjá Heilsuhjálparafelag Føroya seinasta leygardag greiddi formaður felagsins, Ása Olsen, frá gongdini í farna ári.
Hon segði, at felagið alt seinasta ár var í samráðingum við Fíggjarmálaráðið, har avtalur vórðu gjørdar um eitt nú vaktargjøld og tilkallivaktir.
- Sjálvar sáttmálasamráðingarnar skuldu byrja í desember 2003, men av tí, at løgtingsval varð útskrivað, vórðu allar samráðingar útsettar til eftir valið. Tískil var fyrsti samráðingarfundur við Fíggjarmálaráðið, 23. mars, har felagið legði fram síni krøv og fekk at vita, hvørji krøv Fíggjarmálaráðið hevði.

Broytt arbeiðsøki

Formaðurin segði, at tá ið fyrsti sáttmáli felagsins varð gjørdur í 1990, líktist hesin nógv sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Hon helt, at ein orsøkin var hon, at arbeiði hjá heimahjálpini tá var nógv øðrvísi, enn tað er í dag.
- Síðan vit fingu bólkarøkt, og arbeiðsøkið samstundis broyttist frá bert at fevna um økið úti kring um í heimunum, fevir arbeiðsøkið hjá heimahjálpini í dag eisini um sambýlir og røktarheim.
Hon helt, at nú arbeiðsøkið hjá heimahjálpini er vorðið so umfatandi, er eisini neyðugt, at sáttmálin líkist meira øðrum sáttmálum innan hetta økið.

Truplar samráðingar

Ása Olsen minti limir felagsins á, at Heilsuhjálparafelag Føroya nú stendur mitt í samráðingunum um nýggjan sáttmála, og næsti samráðingarfundur verður, 30. apríl.
- Tað er altíð ógvuliga trupult at koma afturumaftur fyri at fáa broytingar í sáttmálan, men nú hava vit tikið restina av teimum punktum, ið okkara sáttmáli er øðrvísi enn hinir sáttmálarnir, við í okkara krøvum. Tað verður neyvan so lætt at fáa í lag semju, tí krøvini kosta av samlaða karminum, segði hon.