Trupult at fylla tómrúmið

Tema: Eidesgaard og Kallsberg gevast:
Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

Anfinn Kallsberg er tann politikarin, sum hevur havt størstu ávirkan á føroyskan politikk í nýggjari tíð. Hann hevur dugað handverkið sera væl, og hann hevur verið kanska best umtókti politikarin nakrantíð. Hann hevur altíð verið siðiligur í orðaskifti, hann hevur eitt minni sum ein elefantur og hevur altíð havt skil í málunum, sum hann hevur umsitið. Tað verður ein trupul uppgáva at fylla tómrúmið eftir Anfinn Kallsberg, og tað verður stórur saknur í honum – bæði í flokkinum og í politiska heiminum annars.

Jóannes Eidesgaard kenni eg ikki eins væl, men hann hevur verið góður at samstarva við, og tað verður trupult hjá Javnaðarflokkinum at finna ein avloysara, sum hevur sama pondus sum hann.