Trupult at integrera muslimar

- Ein afturvendandi trupulleiki er avbjóðingin, har muslimar í alt størri mun skullu "integrerast" í kristna samfelagið, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

Hevur tú eina viðmerking til yvirgangsatsóknina í París fríggjakvøldið?


 

- Yvirgangsatsóknin í París er tíverri ikki eindømi, men tann seinasta og blóðugasta av mongum. At tað hendi í París, og heimspressan sendir "breaking news" úr Fraklandi, har statsleiðarar kring heimin saman við løgmanni senda samhugafjarrit ger, at vit øll á serstakan hátt verða partur av hendingini.

 

Tað sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.

 

- Uttan iva verður alt gjørt sum gerast kann at fyribyrgja slíkum atsóknum, men tað er sera trupult, tá yvirgangsfólkini í fleiri førum eru partur av tí samfelag, tey við hjálp uttanífrá royna at oyðileggja.

 

Hvussu heldur tú, at byrgjast kann upp fyri, at ein slík atsókn ikki endurtekur seg?

 

- Ein afturvendandi trupulleiki fyri Evropa er avbjóðingin, har muslimar í alt størri mun skullu "integrerast" í kristna samfelagið. 
Spurningurin er: Ber tað til? 
Eg haldi, at vit í Føroyum - serstakliga politiska skipanin - eigur at fáa størri kunning um læru Muhammed's Koranini um mannarættindi mótvegis Jesu læru og Bíbliuni.


 


Eigur atsóknin at fáa avleiðingar. Hvørjar?











 

- Fylgjurnar av atsóknum, sum hesari í París, má verða, at vit læra av teimum royndum, sum okkara grannalond hava gjørt, at vit ikki endurtaka teirra mistøk.
 Eitt ófrávíkiligt krav eigur at verða sett til fólk, sum koma til Føroya at búgva. Tey skulu virða landsins lógir og føroyskt mál og mentan, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður.