Fyrsta fráboðanin kom gjáramorgunin klokkan 11.40, tá eitt áarlop hevði verið við Kolbeinagjógv.
Hetta gjørdist so mikið umfatandi, at neyðugt var at steingja vegin í ein hálvan tíma ella so.
- Vegurin var stongdur, meðan fólk hjá Landsverki ruddaðu tilfar burtur, sum var komið oman á vegin.
Klokkan 12.40 fekk løgreglan aftur eina fráboðan, tí nú var lopið oman á vegin millum Áir og Hósvík.
Vaktleiðarin helt ikki, at hesin vegurin var stongdur, men at tilfarið varð fingin burtur uttan stórvegis hóvasták.
Seinasta áarlopið, sum løgreglan fekk fráboðan um í gjár, var í Kaldbaksbotni.
- Eisini her var tað Landsverk, sum tók sær av at rudda leyst tilfar burtur, og síðan var alt í lagi aftur um hesar leiðir eisini, sigur vaktleiðarin í morgun.