Trý drápsmál í Grønlandi higartil í ár

Aftur í gjár fekk Grønlands Politi eina fráboðan um, at ein maður í lítlari bygd var deyður av skotum.

 

Í Niaqornat búgva færri enn hálvt hundrað fólk, so tað er greitt, at bygdin er skakað.

Ein 57 ára gamal maður í lítlu grønlendsku bygdini, Niaqornat, doyði fríggjadagin, eftir at hann varð raktur av skotum frá einari riflu.

 

Grønlands Politi sigur, at tey hava handtikið ein persón í samband við tilburðin. 

 

Í bygdini Niaqornat, sum liggur nærindis Uummannaq, búgva færri enn hálvt hundrað fólk.

 

Tað var í gjár, at Grønlands Politi fekk fráboðan um tilburðin, og nú er ein persónur skuldsettur fyri manndráp.

 

- Tvey løgreglufólk og ein lækni eru í dag send til Niaqornat, og ætlanin er, at hin handtikni og hin deyði skulu flúgvast til Ilulissat.

 

Sermitsiaq veit at siga, at í  Ilulissat vera avhoyringar av hinum skuldsetta, sum eisini skal grundlógaravhoyrast.

 

- Í byrjanini av næstu viku verður líkskurður, og mánadagin koma eisini kriminalteknikarar og rættarlækni úr Danmark í samband við hendingina, sigur løgreglan.

 

Við atliti til kanningararbeiðið, vil løgreglan ikki upplýsa meira um syrgiligu hendingina í Niaqornat í gjár.

 

Hetta er triði tilburðurin í Grønlandi higartil í ár, har fólk eru handtikin og skuldsett fyri dráp.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í Niaqornat búgva færri enn hálvt hundrað fólk, so tað er greitt, at bygdin er skakað.

Her fær lesarin eina hóming av, hvar bygdin Niaqornat liggur.