Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Trý fólk doyðu í eldsbruna í Svøríki

Trý fólk doyðu í nátt eftir ein eldsbruna í svensku bygdini Fåglavik í Herrljunga kommunu í ein landnyrðing úr Göteborg.

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir Göran Carlbom fyri svenska kringvarpinum SVT.

– Tíverri hava roykkavarar váttað, at ein pápi og tvey børn eru deyð, sigur hann.

Vaktleiðarin hevur harumframt upplýst, at mamman og ein tíggju ára gomul genta sluppu úr húsinum undan eldinum.

Sambært Carlbom hava tær ikki fingið kropsligan skaða – men eru skelkaðar, skrivar SVT.

Eldurin var serliga á fyrstu hædd í húsinum.

Løgreglan fekk boðini um eldin klokkan 01.45 og upplýsir, at tað er ikki illgruni um, at eldurin skuldi verið ásettur.

/ritzau/

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

 

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix

Mynd: Adam Ihse/TT/Ritzau Scanpix