Løgrelgan var í Vágum í gjárkvøldið og í nátt í sambandi við árliga tiltakið við rekkjukoyring – tað er tá bilar koyra í langari røð gjøgnum bygdirnar í oynni.
Sambært vakleiðaranum var køin, sum byrjaði við FK í Miðvági, allan vegin gjøgnum bygdina og líka til Ellisheimið.
Men tað gekk upp á stás, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Tað var ikki til nógv orógv, men eitt sindur av eftirsleipi var hjá løgregluni við fullum fólki. Hóast bilføararnir tyktust vera edrúir, so vóru tað nógv fólk sum nýttu høvi at ballast í bilunum, og tá alt var yvirstaðið um trý tíðina í nátt vóru eini trý fólk, sum høvdu fingið so nógv innanborða, at tey máttu hjálpast til hús, tí tey funnu ikki heim.











