11 fólk hava fingið skaða og trý eru í lívsvanda, eftir at ein bilur seinnapartin koyrdi á eina mannamúgvu á Sortedam Dossering á Nørrebro í Keypmannahavn.
Tað upplýsti Jesper Frandsen, vakthavandi hjá løgregluni í Keypmannahavn, fyri TV 2.
Óhappið stóðst av, at ein eldri maður misti tamarhaldið á bilinum, skrivar løgreglan. Sambært fjølmiðlunum er hann ein av teimum særdu.
Av tí at hann fær viðgerð, hevur enn ikki borið til hjá løgregluni at áseta gongdina í hendingunum.
##med2##
- Tá vit hava gjørt tað, fara vit at umhugsa, um vit skulu reisa ákærur, sigur løgreglustjórin við TV 2.
Sambært Ekstra Bladet var ein lítil reyður persónbilur við í vanlukkuni.
Eitt eygnavitni sigur við TV 2, at bilurin vendi knappliga og rakti millum annað ein ungan mann, sum varð blakaður í luftina.
Bilurin koyrdi síðani inn í nøkur long borð frammanfyri Lagkagehuset á Sortedam Dossering.
##med3##
Millum annað hoyrdist fólk skríggja og eftirfylgjandi síggja nógv fólk flýggja, sigur eitt vitni við B.T.
- Eg hoyrdi eina stóra spreinging og vendi mær, og so sóu vit nógv fólk renna haðani, segði hann.
Ein ung kvinna hevur eisini sagt við Ekstra Blaðið, at hon var nær við at verða rakt av bilinum, men at hon kláraði at flyta seg.
- Eg helt, at talan var um eina yvirgangsatsókn. Hvat skalt tú annars trúgva, tá ein bilur kemur drønandi framvið við so stórari ferð, var hennara forkláring.
/Ritzau/
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##