Tríggir persónar eru handtiknir í einum mótmælistiltaki í Malmø í dag, har irakisk-svenski flóttin, Salwan Momika, brendi eina Koran.
Tey eru illtonkt fyri harðligan ófrið og fyri at hava roynt at forða løgregluni í arbeiði sínum.
Umleið 200 fólk vóru sambært sjónvarpsstøðini SVT á Värnhemstorget í Malmø, har Momika hevði boðað frá, at hann fór at brenna eina koran.
Støðan varð spent, tá fólk fóru at kasta við steinum og fløskum ímóti Momika og einum øðrum manni, sum eisini luttók í tiltakinum.
Fleiri royndu eisini at treingja ígjøgnum løgregluforðingarnar.
Tað skrivar tíðindastovan TT, sum skrivar, at talan varð um »ógvusligan ófrið«.
Stór løgreglulið vóru á staðnum.
Tveir persónar royndur at koma fram til Momika, men løgreglan steðgaði teimum.
Umframt tey trý handtiknu vórðu minst tíggju onnur frælsistikin, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi.
– Eg skilji, at ein almenn samkoma sum hendan vekir sterkar kenslur, men vit kunnu ikki góðtaka ófrið og harðskap, sum tað vit sóu í dag, sigur Petra Stenkula, sum er økisleiðari hjá løgregluni í Malmø.
Eftir trý korter mátti Salwan Momika og hin maðurin avbróta tiltaki. Løgreglan koyrdi teir báðar av staðnum í einum politibili. Ein vide hjáSVT vísir, hvussu ein maður stillar seg framman fyri bilin fyri at royna at steðga honum.
Salwan Momika hevur skapt vreiði millum nógvar muslimar við fleiri mótmælistiltøkum, har hann brennir eitt eintak av Koranini.
Tað hevur ført til spenningar millum Svøríki og nøkur muslimsk lond.
Miðskeiðis í august upplýsti svenska trygdarløgreglan Säpo, at trygdarstøðan var verstanð i Svøríki av koranbrenningum.
Svøríki er frá at vera eitt »legitimt« mál til at vera eitt »prioriterað« mál hjá islamskum víðgongdum, segði Säpo í meting síni.
/ritzau/