Trý línuskip á Flemish Kap

Frystilínuskipini á Flemish Kap fáa mest av toski og skipini, sum fiska í føroyskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.

 

Í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip til fiskiskap. Eitt er á Íslandsrygginum, og hitt er eystanfyri.

 

- Skipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu. Tey landa møguliga síðst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tvey smærri ísfiskalínuskip fara væntandi út ein av fyrstu døgunum.

 

Av frystilínuskipunum eru trý á Flemish Kap, og tvey fiska undir Føroyum.

 

- Skipini á Flemish Kap fáa mest av toski og skipini, sum eru í føroyskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, longu og brosmu.

 

Soleiðis, sum vit hava skilt, eru fyrstu frystilínuskipini á veg heimaftur av Flemish Kap, og Stapin kom í gjár.

 

Streymurin er góður í løtuni, men hann harðnar, sum næsta vika gongur. 

 

- Miðskeiðis í næstu viku fer veðrið at roynast, og tá verður roknað við nakað av útróðri.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu.