- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men upsafiskiskapurin er framvegis smáligur. Lítið fæst av hvítum fiski aftrat upsanum.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trý pør nú eru farin á gulllaksaveiði og koma tískil ikki at fiska upsa teir næstu mánaðirnar.
Um djúpvatnstrolararnar veit marknaðurin at siga, at tríggir fiska mest av svartkalva og nakað av kongafiski. Teir landa helst síðst í næstu viku.
- Tveir aðrir fiska eisini svartkalva, men frysta umborð. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.
Allir teir smáu trolbátarnir liggja eisini við bryggju.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya um útlitini hjá trolaraflotanum nú upp undir páskahalguna.