Ársúrslitið hjá Trygd vísir eitt avlop á 0,3 mió. kr. eftir skatt. Úrslitið er serliga merkt av stóru skaðaendurgjøldunum eftir ódnarveðrið í desember. Viðskiftafólkini hjá Trygd fingu samanlagt 30 mió. kr. í endurgjaldi fyri skaðar eftir jólaódnirnar.
2016 gjørdist eitt heldur serligt ár fyri Trygd. Gongdin fram til desember var serstakliga góð við øktum virksemi og hækkandi inntøkum, men orsakað av ódnarveðri, eldsbrunum og øðrum stórum skaðaendurgjøldum í jólamánaðinum kom brádlig vend tó í.
Fleiri enn 1000 fráboðanir um skaðar kring alt landið vórðu viðgjørdar eftir ódnirnar Urd og Barbaru, og tá ið avtornaði, fóru góðar 30 mió. kr. í endurgjaldi aftur til viðskiftafólkini hjá Trygd.
“Kjarnin í tryggingarvirksemi er at verja seg móti stórum skaðum. Tískil eru vit fegin um at hava veitt okkara viðskiftafólkum endurgjald, nú herviligu ódnirnar høvdu við sær stórar skaðar á sethús og vinnubygningar í desember. Í so máta er tað gleðiligt at staðfesta, at skipanin við trygging og tilhoyrandi endurtrygging, riggar eftir vild. Hóast stormskaðar ongantíð eru hugaligir, fegnast vit um at hava fingið høvi til at hjálpa,” sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.
Fleiri viðskiftafólk og hægri inntøkur
Kjarnuvirksemið hjá Trygd royndist væl í 2016, og felagið stóð seg væl í kappingini á tryggingarmarknaðinum. Nógv nýggj viðskiftafólk teknaðu tryggingar hjá Trygd, og tískil hækkaðu inntøkurnar. Sum ein liður í miðvísa arbeiðinum at varðveita eitt dygdargott og kappingarført tryggingarvirksemi legði Trygd seg eisini í 2016 eftir at menna nýggjar tænastur og tryggingar, sum viðskiftafólkini spyrja eftir. Tað sæst harumframt aftur á talinum av biltryggingum hjá Trygd, at bilasølan í Føroyum setti met í 2016.