Trygd, Føroya Banki og Stjørnan gjørt sáttmála

Mikudagin skrivaðu Føroya Banki, Trygd og Stjørnan undir tvey ára sáttmála á einari lítlari móttøku í Føroya Banka í Klaksvík

Hetta er fyrstu ferð, at tryggingarfelagið Trygd ger eina stuðulsavtalu, sum hesa í Klaksvík. Tað eru Føroya Banki og Trygd, sum gera sáttmálan við hondbóltsfelagið Stjørnuna. Andrass Arge, stjóri í Trygd, segði, at Trygd hevur fingið so mikið góða undirtøku í Norðoyggjum, og tískil var ongin ivi frá teira síðu um at gera eina stuðulsavtalu saman við Føroya Banka við Stjørnuna.
Til móttøkuna vóru umboð fyri stovnarnar báðar og hondbóltsfelagið. Nakrar av kvinnuligu leikarunum vóru til staðar í klæðunum, sum tær leika í. Fyrst søgdu stjórarnir báðir nøkur orð. Deildarleiðarin Hanus Heinesen fyri Føroya Banka og Andrass Arge fyri Trygd. Og síðani varð sjálvur sáttmálin undirskrivaður. Aftaná tað tók Kristoffur Ragnarson, formaður í Stjørnuni orðið, har hann so hjartaliga takkaði fyri stuðulin og vónaði, at stuðulin millum annað fer at verða við til at gera, at Stjørnan í ár kann fara at enda ovast á stigatalvuni, tá kappingarárið er komið at enda.
Kristoffer sigur, at tey eru avbera vælnøgd við sáttmálan, sum gevur felagnum eina ávísa peningaupphædd um árið - umframt annan stuðul.
Tá sáttmálin varð undirskrivaður, varð kaffi og te at fáa. Afturvið var ein køka, har búmerkini hjá stuðlunum og felagnum vóru á, at fáa.
Stjørnan hevur heimadyst komandi sunnudag, tá koma vestmannakvinnur á vitjan. Eitt heilt øðrvísi undirhald verður í hálvleikinum. Cheer-leaders genturnar úr FCK koma at dansa. Dysturin byrjar klokkan 15.