Trygd flytir niðan í Húsagøtu

Starvsfólkini hjá Trygd brúka dagin í dag til at rudda skriviborðini og fylla flytikassarnar.

Alt virksemið flytir úr Gongini niðan í høvuðssætið hjá BankNordik í Húsagøtu í Havn.

- Jú, flytingin er liður í eini strategiskari avgerð, har bankavirksemi og tryggingarvirksemi smelta meira og meira saman, sigur Janus Thomsen, stjóri í Trygd.

Tí er tað, sambært Janusi Thomsen, ein fyrimunur um starvsfólkini eisini sita í sama húsi.

Trygd er eitt dóttirfelag hjá BankNordik, og nú verður bygningurin í Gongini leigaður út.

Trygd letur upp aftur í Húsagøtu mánadagin.