Trygdargrunnurin er nóg stórur

Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt av, at inngjaldið, ið allir arbeiðsgevarar higartil hava verið noyddir at gjalda í Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir, skal steðga. Við árslok standa útvið 70 milliónir í grunninum, og tað er nóg mikið, metir landsstýrismaðurin, sum í næstum fer at leggja uppskot fyri løgtingið.

Allir arbeiðsgevarar skulu í dag gjalda 0,15 prosent av útgoldnum lønum í serliga Trygdargrunnin fyri avreiðingar og lønir. Endamálið við grunninum er at tryggja arbeiðsfólki teirra løn, skuldi eitt virki farið á húsagang, og eingir pengar sostætt vóru at gjalda fólki ta løn, ið tey eiga tilgóðar.
Tá útgjaldið úr grunninum var uppá tað mesta, kreppuárini miðskeiðis í nítiárunum, vóru okkurt árið goldnar á leið fimm milliónir krónur úr grunninum. Men seinnu árini hevur at kalla einki verið goldið úr grunninum, sum samtíðis hevur havt møguleika at vaksa, so tað við árslok fara at standa útvið 70 milliónir krónur í grunninum.
Í fjør vóru til dømis goldnar stívliga sjey milliónir krónur inn í Trygdargrunnin. Av samlaða inngjaldinum guldu privatu arbeiðsgevarsarnir tveir triðingar, meðan almenni arbeiðsgevarin, tvs. landskassin stóð fyri einum triðingi. Men grunnurin hevði eisini rentuinntøkur osv, so samlanlagt vóru inntøkurnar 10 milliónir krónur.
Málið um at broyta lógina fyri Trygdargrunnin, so inngjaldið verður strikað, hevur verið fyri á landsstýrisfundi, og í næstum fer Karsten Hansen, landstýrismaður í fíggjarmálum, so at leggja málið fyri løgtingið. Fyri landskassan fer uppskotið at mekja, at spardar verða millum tvær og tríggjar milliónir krónur árliga, ið higartil eru goldnar inn í Trygdargrunnin.
Karsten Hansen sigur, at eftir hansara tykki er grunnurin í dag so mikið sterkur, at ráðiligt er at strika inngjaldið.