Tryggingarfelagið Føroyar 52 milliónir í yvirskoti

Úrslitið hjá størra útbjóðaranum av tryggingum í Føroyum, Tryggingarfelagnum Føroyar, gjørdist frægari í fjør enn í 1999. Rakstrarúrslitið eftir skatt var 52,3 milliónir krónur ímóti 45,8 milliónum árið fyri, men tryggingarvirksemið gav undirskot

 

Hóast eitt fitt yvirskot, er leiðslan í tryggingarfelagnum ikki nøgd við, at høvuðsvirksemi felagsins gevur eitt hall. Úrslitið av tryggingarvirkseminum var eitt undirskot uppá 16,6 milliónir móti 17,4 milliónum í 1999. Hóast eina framgongd uppá 5%, er tað framvegis ikki nøktandi.

? Vit kunnu sum felag ikki vera nøgt við , at høvuðsvirksemi okkara ikki gevur vinning, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Framgongdin í samlaða rakstrarúrslitinum eftir at skattur var goldin, var 14,3%. Yvirskotið var 45,8 milliónir í 1999, meðan tað var 52,3 milliónir í fjør.


Fleiri skaðar

Orsøkin til undirskotið í tryggingarvirkseminum er, at felagið hevur havt fleiri skaðar, ið hava verið størri enn vanligt. Harafturat eru prísirnir fyri tryggingar lækkaðir vegna fríu kappingina.

Virksemið í landinum er stórt, og tað merkir ein øking í talinum av skaðum, ið tryggingarfelagið skal gjalda fyri.

Felagið nevnir tveir skaðar, sum kostaðu serliga nógv. Tað var tá Halgafelli stoytti á land í Noregi og sakk í januar 2000. Hin var tá Com Data í Klaksvík brendi nakað seinni. Hesir báðir skaðarnir kostaðu felagnum nógv, og hava sín stóra leiklut í, at tryggingarvirksemið gav eitt hall í fjør.


Íløguaktiv lunnar undir yvirskoti

Aftur í 2000 vóru tað fíggjarinntøkur felagsins, ið løgdu lunnar undir úrslitið. Úrslitið av íløguaktivum var 80,4 milliónir krónur móti 65,3 milliónum í 1999. Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at gongdin á alheims fíggjarmarknaðinum førdi til ein kursvinning uppá ognir felagsins í 2000 móti einum kurstapi í 1999.

Íløguaktivini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar eru í alt 1,3 milliardir krónur. Av hesum vóru við árslok 2000 66 mió. í bygningum, 21,7 mió. í kapitalpørtum, 64 mió. í børsskrásettum partabrøvum. Tann størsti parturin, 819,1 mió. vóru sett í børsskrásett lánsbrøv, 244,1 mió. vóru læntar út í Føroyum, mest til kommunur og kommunalar og almennar stovnar. 142,8 mió. av íløguaktivum felagsins standa sum innlán í peningastovnum.

Úrslitið áðrenn skatt var eitt avlop uppá 61,8 milliónir. 9,5 milliónir av hesum vórðu goldnar í skatti, so at rakstrarúrslitið var 52,3 millónir krónur. Eginognin var við árslok 1,17 milliardir krónur, og solvensurin var 34 ferðir lógarkravið.