Badmintonsamband Føroya hevur longt stuðulssáttmálan við Tryggingarfelagið Føroyar til eisini at galda í ár Badminton er í stórari menning í løtuni. Seinasta árið hevur serligur dentur verið lagdur á at menna landsliðsarbeiðið bæði hjá teimum yngru deildunum og hjá teimum vaksnu. Harumframt hevur verið dentur lagdur á at menna árliga badmintonskúlan, sum í seinastuni hevur verið fyriskipaður bæði í Havn og í Klaksvík.