Umbyggingin av hølunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar á Kongabrúnni, sum hevur staðið við síðan 1999, er nú liðug, og á páskum verður væntandi alt virksemið savnað við Kongarbúnna.
Tað hevur verið drúgt at komið er til, sigur Mortan Poulsen, stjóri á Tryggingarfelgnum Føroyar. Tryggingin hevur hildið til í ymsum bygningum ymsastaðni í býnum. Og minni enn so allir hava verið gjørdir til slíkt virksemi, so umbygging hevur verið dagligur kostur hjá tryggingarfólki í áravís, sigur hann.
Hendan seinasta umbyggingin, sum millum annað umfatar Geilina, ið er bygningurin, har Føroya Gjaldstova í síni tíð helt til, umframt bygningin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni, hevur staðið við í eini fimm ár samanlagt. So tað er skilligt, at tey nú gleðast um, at vera komin á mál, sigur Mortan Poulsen.
Um páskirnar verða væntandi tey umleið 100 fólkini, sum arbeiða hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í Havn, savnað á Kongabrúnni. Tá flyta umleið 40 fólk úr bygninginum, sum Tryggingarfelagið eigur á Hálsi, oman á Kongabúnna. Tryggingin brúkar umleið 1.200 fermetrar av tí 3.000 fermetra stóra bygninginum á Hálsi. Restina leiga ALS og fútin, sigur Mortan Poulsen. Tryggingarfelagið fer nú at royna at leiga tann partin, flutt verður úr, út, sigur hann.
Umframt tey 100 fólkini í Havn, arbeiða umleið 20-25 fólk á fimm deildum hjá Tryggingarfelagnum kring landið.
Parkeringsviðurskiftini eru ikki góð í grannalagnum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Sjávlt eigur felagið ikki parkeringspláss til fólkini, sum arbeiða hjá felagnum. Minni enn so. So tey mugu seta sínar bilar ymsastaðni, har pláss er, sigur Mortan Poulsen. Onkur parkerar á Glaðsheyggi, og onkur annar á Skálatrøð ella har, eitt pláss kann finnast.
Parkeringsplássini á Kongabrúni framman fyri Trygigngini eru tíðaravmarkað, so har ber ikki til hjá fólki, sum er til arbeiðis, at seta bilin. Men kundarnir fáa altíð parkeringspláss har, vísir Mortan Poulsen á.