Trygvi situr á KÍ-beinkinum hósdagin

Meðan leitað verður eftir nýggjum venjara, tekur Trygvi Mortensen sær av besta KÍ-liðnum, tá KÍ spælir fjórðingsfinalu móti Skála hósdagin

Hetta váttar formaðurin í KÍ-fótbóltur, Aksel Johannesen.

Trygvi, sum hevur A-venjaraprógv, hevur í ár verið venjari hjá næst besta liðnum hjá KÍ. Eisini hjálparvenjarin hjá Tony Paris, Eyðun Klakstein, hevur A-venjaraprógv, men hann verður ikki á beinkinum hósdagin.

- Eyðun er eisini ungdómsvenjari hjá okkum, og hann skuldi undir øllum umstøðum til Suðuroyar við dreingjaliðnum hósdagin.

- Tað er tó eingin ivi um, at vit sera fegin vilja hava Eyðun at halda fram sum hjálparvenjari. Fyribils hevur hann tó biðið um at verða fríttstillaður, og so verður tað upp til komandi venjaran at gera av, hvør skal verða hjálparvenjari. Og undir øllum umstøðum heldur Eyðun fram sum ungdómsvenjari, sigur Aksel.

Umframt Trygva og Eyðun er ein triði venjari við A-venjaraprógvi knýttur at KÍ. Hesin er Pætur Clementsen, ið virkar sum ungdómsvenjari.