Trygvi skal lofta B68

Nýggi venjarin sigur fremstu uppgávu sína vera at binda fyri í verjupartinum, soleiðis at tryggleiki kann fáast aftur í spælið

Upptakt

Tað varð í vikuni greitt, at tað verður Trygvi Mortensen, sum tekur við stýrisvølin hjá B68, eftir at Petur Mohr legði frá sær, og hann skal nú fyrireika seg til sína fyrstu uppgávu við liðnum.
Hóskvøldið stóð hann fyri fyrstu ferð fyri venjingini hjá B68, og tá vit seinnu skiftu orð við hann, tóktist lagið avgjørt ikki vera tað, sum annars ofta eyðkennir venjaran hjá einum liði, sum er statt í botninum.
- Eg haldi sjálvur, at stemningurin til venjingina í kvøld var góður. Og leikararnir tóktust heldur ikki vera so trýstir av støðuni, sum tú annars kundi hildið. Í øllum førum fekk eg tað fatan, at teir ætla sær meira og betri enn tað, sum stigatalvn vísir.
Og nýggi venjarin dylir ikki fyri, at tað nú ræður um at fáa stig.
- Enn er fjarstøðan til hini liðini ikki so stór, og fáa vit nakrar sigrar, so er skjótt at broyta støðuna. Men her og nú mugu vit fyrst og fremst royna at binda fyri í verjupartinum. Sjálvandi skal dysturin helst vinnast, men eftir eitt slíkt tap, sum liðið fekk seinast, má tryggleikin fáast aftur í spælið heldur altso Trygvi Mortensen, sum til sín fyrsta dyst hevur allar mans tøkar.

Fleiri skaðar
Tað sama kann ikki sigast um Hans Nielsen, sum er venjari hjá VB.
Har hevur skaðastøðan í ár annars verið hampuliga góð, men seinstu tvær vikurnar hava verið alt annað enn góðar í so máta. Anders Sørensen noyddist út við skaða fyri tveimum vikum síðani, og enn er hann ikki tøkur hjá liðnum. Tað er Dalius heldur ikki, eftir at hann í vkuni fór undir skurð fyri bruna í álboganum, og Símun Samuelsen hevur eisini drigist við skaða, og tað verður ikki roknað við, at hann verður tøkur.
Eftir stigatalvuni at meta er tó einki at ivast í, at VB fer eftir øllum stigunum, og megna teir tað, er einki at ivast í, at fótbóltsfepurin í Vági av álvara fer at nærkast hæddunum aftur.