Trýst á AB og Víkingi

Upptakt: Bæði AB og Víkingur hava flestu spælararnar tøkar til dystin á Argjum

Felags fyri AB og Víkingur er, at tey elta onnur lið fyri at røkka sínum málsetningi. Fyri Víking er talan um FM stríðið, har B36 og NSÍ eru ávikavist fimm og trý stig frammanfyri. Av tí at hesi bæði møtast í Gundadali, so kann Víkingur við sigri á Argjum vinna seg inn á í minsta lagi annað av hasum.

 

Les eisni: Upptakt B36-NSÍ

 

Súni Olsen er tøkur aftur og tað merkir, at Sigfríður Clementsen hevur allar mans tøkar til dystin. Vinnur B36 í Gundadali í dystinum, sum verður spældur stutt frammanundan, so er trýst á Víkingi at vinna inni í Vika.

 

Argjamenn elta FC Suðuroy og partvís eisini ÍF og TB, meðan EB/Streymur skal haldast aftanfyri. Hesi fýra feløgini møtast innanhýsis, so aftur her er talan um góðan møguleika at gera eitt hál, um tað eydnast at vinna.

 

 AB hevur góðar royndir móti Víkingi, men spurningurin er hvat tað telur. Argjamenn vunnu farna vikuskiftið sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum og lagið er gott. Heðin Stenberg og Álvur F. Christiansen eru burturstaddir. Annars eru allir mans tøkir. Eisini Sorin Anghel, sum spældi við aftur móti EB/Streymi, og Dmitrije Jankovic, ið hevði leikbann seinast.

 

Dysturin á Argjum byrjar klokkan 17.15. Dómari verður Kaspar Sjøberg úr Svøríki. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.