Bæði ÍF og KÍ hava lagt nógv fyri til hetta kappingarárið. Nýggir venjarar og fleiri nýggir spælarar. Tó hava úrslitini ikki fylgt við nú liðini hittast í Fløtugerði. ÍF hevur framvegis ikki vunnið Effo-deildini í ár, meðan einasti sigurin er komin í steypakappingini móti B71.
Les eisini: Fótbóltspanelið um 6. umfar
Alexandar Jocevic hevur boðað frá broytingum til hetta kappingarárið, men enn tykist hann leita eftir eini uppstilling, ið riggar. Tað verður flutt runt á fleiri plássum í løtuni. ÍF er hesa ferð uttan Ara Ó. Ellingsgaard, sum er burturstaddur. Hann hevur verið ein lyklaspælari í framrættaða spælinum. Somuleiðis er Adeshina Lawal ivasamur.
Rás2 sigur frá dystinum millum B36-TB og NSÍ-HB
Fyri KÍ hevur talan verið um eina undir miðal byrjan uppá landskappingina, men her hoyrir til, at teir hava spælt móti trimum teimum ovastu frá í fjør, B36, HB og Víkingi. Størri trýst er komið á KÍ, eftir at teir heldur óvæntað taptu fyri EB/Streymi í 1/8 finaluni í steypakappingini. KÍ hevur lagt nógv fyri í ár og ætlar sær í Evropa. Nú er bara ein møguleiki, og tað er umvegis landskappingina.
KÍ hevur onkrar smátrupulleikar at dragast við, men allir mans eru meldaðir tøkir. Lærkrikin hevur argað Atla Danislen í eina tíð, meðan Evrard Ble enn ikki megnar at spæla fullan dyst.
Verður ein vinnari funnin í hesum dystinum, so kemur tapandi liðið helst undir eitt lítið trýst longu aftaná seks umfør.
Dómari: Alex Troleis
Effo-deildin 6. umfar:
Leygardagin:
FC Suðuroy - AB 3-1
Í dag:
B36 – TB (15.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ - HB (15.00) Beinleiðis á Rás2
ÍF - KÍ (15.00)
EB/Streymur - Víkingur (16.00)