- Útsagnirnar hjá Jørgen Niclasen eru skeivar úr enda í annan. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum í dag. Tað, sum landsstýrismaðurin sipar til, er samrøðan á Rás2 við Jørgen Niclasen, sum kann hoyrast og lesast her, og sum snýr seg um kunngerðina um uppboðssølu, sum Fiskimálaráðið nú hevur sent til hoyringar.
- Kunngerðin um uppboðssølur er ein sera týdningarmikil og umfatandi kunngerð, sum Fiskimálaráðið hevur arbeitt sera nærlagt við, eftir at nýggja lógin fekk gildi á nýggjárinum. Hon varð send til hoyringar 6. mars 2018, saman við drúgvum uppriti, ið lýsir tættirnar og smálutirnar, skrivar Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, eftir at Jørgen Niclasen í gjár førdi fram, at Høgni Hoydal og Fiskimálaráðið hava gjørt kunngerðina um uppboðssølu eftir at Fólkaflokkurin hevur lagt lógaruppskot fram um at strika allar uppboðssølur. Jørgen Niclasen segði í gjár, at landsstýrið hevur havt tríggjar mánaðir at gera hetta arbeiði, men hesum vísur Høgni Hoydal aftur í dag.
- Kunngerðin og uppritið hava sostatt tikið tveir mánaðir at verða klár til hoyringar. Ikki tríggjar, sum Jørgen Niclasen sigur. Og embætisverkið hevur arbeitt sera skjótt, við truplum avbjóðingum og stórum arbeiðsuppgávum, ið standast av nýggju lógini, sigur Høgni Hoydal.
- Uppskotið hjá Fólkaflokkinum um at strika allar uppboðsølur varð lagt fram tann 7. mars 2018. Altso dagin eftir, at kunngerðin um uppboðssølur varð send til hoyringar. Sostatt eru útsagnir Jørgen Niclasens skeivar úr enda í annan. Og hetta hevur tíverri verið reglan heldur enn undantakið í tí, sum Jørgen Niclasen hevur rópt út almenna rúmið um fiskivinnunýskipanina, sigur Høgni Hoydal í viðmerking.
Víðari sigur hann, at málið er týdningarmikið, og at vera ósamdur og at viðgera politiskar ósemjur er í lagi og alneyðugt fyri samfelagið. Hoyringspartar hava gjørt seriøsar viðmerkingar til uppboðssølukunngerðina, sum landsstýrismaðurin sigur seg viðgera neyvt, áðrenn kunngerðin verður lýst.
- Men ei dáni í, at fólk troyttast av politikki, tá ið nú eisini dagaskil verður sett til viks í jagstranini eftir partapolitiskum løtuvinningi, sigur Høgni Hoydal.