Útsetið viðgerðina

Av tí at nýggju upptøkureglurnar ikki verða settar í verk fyrr enn telduskipanin er klár, eigur viðgerðin av reglunum at verða útsett til avgerð er fallin um kærurnar, ið verða viðgjørdar í Kommunala Eftirlitinum.

Felagið fyri foreldrum at smábørnum í Havn hevur heitt á Tórshavnar býráð um at útseta viðgerðina av nýggju upptøkureglunum til kommunalu ansingarskipanina fyribils.

Orsøkin er, at Kommunala Eftirlitið og Almanna- og heilsustýrið í løtuni viðgera kærur um ansingarskipanina. Niðurstøðurnar av hesi viðgerð kunnu ávirka upptøkureglurnar ella ansingarskipanina sum heild.

- Eftir tí sum vit hava frætt skulu nýggju upptøkureglurnar ikki setast í verk fyrr enn ein telduskipan er tillagað og klár at taka í brúk. Av tí sama er tíð til at útseta viðgerðina av upptøkureglunum til omanfyri nevndu kærur eru avgreiddar í Kommunala Eftirlitinum og í Almanna- og heilsustýrinum, sigur Marita Rasmussen, nevndarlimur í Foreldrafelagnum í áheitan til býráðið.

Hóast Foreldrafelagið hevur havt nýggju upptøkureglurnar til ummælis metir felagið ikki, at arbeiðsbólkurin, ið hevur tilevnað nýggju reglunum, hevur lurtað serliga væl eftir teimum.

- Vit halda ikki, at hetta er í samsvari við tað, ið varð sagt frá byrjan, nevniliga, at vit skuldu verða tikin upp á ráð. Arbeiðsbólkurin vísti okkum teirra uppskot í síðstu viku, men nær um einki, ið vit bóru fram, er tikið til eftirtektar, sigur Marita Rasmussen í viðmerking til áheitanina.

Foreldrafelagið sendi longu 6. november í fjør eitt uppskot um upptøkureglur til formannin í sosialu nevnd, sum eisini hevur verið formaður í arbeiðsbólkinum. Felagið hevur kannað, hvussu fimm kommunur í Danmark umsita upptøkureglurnar og hava í ein mun havt tær sum fyrimynd fyri uppskotinum. Í næsta blaði umrøða vit uppskotið frá Foreldrafelagnum.