Útsettur dystur í Klaksvík

Mjølnir og ÍF spæla útsetta dystin mikukvøldið kl. 20, soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni nordlysid.fo

 

Mjølnirkvinnur, sum liggja á einum fimta plássi í bestu føroysku kvinnuligu flogbóltsdeildini, taka í kvøld móti ÍF, ið er nummar tvey í kappingini, fimm stig færri enn oddaliðið SÍ. Tó skal viðmerkjast at ÍF hava tveir dystir á láni, og dysturin í kvøld, er annar teirra.

 

So spennandi verður at fylgja hesum dysti, sum í roynd og veru kann vera avgerandi fyri hvønn veg meistaraheitið skal fara.

 

Góðan dyst